Regiónsráðini verða avtikin

Regiónsráðini verða avtikin
Sambært danska kringvarpinum verða tey fimm regiónsráðini í Danmark nú tikin av.
 
16.01.2019 - 08:57

Tey fimm regiónsráðini í Danmark verða nú tikin av. Tað veit danska kringvarpið at siga.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer í dag at kunngera eina nýggja heilsunýskipan, og hon ber í sær, at regiónsráðini verða tikin av.

Regiónirnar verða kortini varðveittar sum ein umsitingarlig eind, men skipanin at velja fólk beinleiðis í regiónsráðini verður tikin av.

Í løtuni manna 205 politikarar regiónsráðini.

Stjórnin ætlar í staðin at skipa 21 heilsufelagsskapir, sum skulu tryggja eitt tættari samband við tey, sum hava brúk fyri sjúkraviðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096