Vilja broyta skúlakoyringina

Vilja broyta skúlakoyringina
Landsfelagið fyri koyriskúlar í Noregi mælir nú til at strika koyriundirvísing í manuellum gearum
 
27.01.2019 - 11:00

Landsfelagið mælir til at koyrifrálæra bara verður í bilum við automatiskum geari, og vísa til hagtøl. 

Av øllum bilum, sum vórðu seldir í Noregi í 2018, vóru 90 prosent útgjørdir við automatiskum gearum. Og talið fer helst at vaksa komandi árini.

Leiðarin fyri flutnings- og samskiftisnevndini í Stórtinginum, Helge Orten, - úr Høgraflokkinum, sigur, at málið hjá stjórnini er at allir norðmenn skulu koyra við bilunum, sum hava null útlát, og teir bilarnir hava automatisk gear. Tað er gott fyri ferðslutrygdina, og tað verður helst eisini bíligari at taka koyrikortið, sigur Helge Orten.

Trygdin telur

Landsfelagið fyri koyriskúlar at hetta er fyrimunur fyri næmingarnar og skúlarnar.

- Við automatiskum gearum skalt tú ikki hugsa um at koyra í rættum geari, og tú kanst í størri mun hugsa um ferðslumyndina, sigur Landsfelagið.

Í Noregi eru reglurnar, at koyrikortið gevur rættin at koyra bil við automatiskum geari sjálvt um tú hevur tú hevur fingið frálæru í bili við manuellum geari. Men tekur tú koyrikort í bili við automatiskum gerasr, missir tú rættin at koyra við manuellum geari. 

Uppskotið er nú, at hesir næmingar kunnu seinni taka nakrar tímar eyka, um teir vilja hava koyrikort til manuell gear, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098