Pávin biðin um at royna semju í Venesuela

Pávin biðin um at royna semju í Venesuela
 
06.02.2019 - 15:33

Forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, hevur heitt á Frans páva um at hjálpa til at loysa kreppuna í landinum.

Tað upplýsti pávin fyri fjølmiðlum í flogfarinum á heimferðini úr Sameindu arabisku emiratunum, har hann hevur verið á vitjan.

Pávin upplýsti, at Maduro hevur sent sær eitt diplomatiskt bræv. Pávin segði, at hann hevði ikki nærlisið brævið, men at hann er fúsur at veita eina hjálpandi hond.

Pávin sigur samstundis, at skal hann royna seg um semingsmann, er neyðugt, at Juan Guaido, ið hevur tilnevnt seg sjálvan forseta í Venesuela, eisini hevur áhuga fyri eini semju.

- Partarnir eru noyddir til at nærkast hvør øðrum, skal møguleiki verða fyri samskifti, segði pávin við tíðindafólkini á heimferðini úr Sameindu arabisku emiratunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687