Trump misnøgdur við iranska uppskotið um friðarætlan

Trump misnøgdur við iranska uppskotið um friðarætlan
Iran skjýtur upp at útseta orðaskiftið um kjarnorkuætlanina, men tað góðtekur Washington ikki
Donald Trump, forseti, hevur ikki gjørt almennar viðmerkingar til iranska uppskotið, men keldur siga, at hann er ikki nøgdur við uppskotið.
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.04.2026 - 07:48

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ónøgdur við nýggjasta uppskotið hjá Iran um loysn á ósemjuni í Iran.

Tað siga keldur í amerikonsku stjórnini við tíðindastovuna Reuters.

- Honum dámar ikki uppskotið, segði keldan.

Tíðliga í gjár kjakaðist Trump við fleiri ráðgevar. Stígur er í samráðingunum millum USA og Iran, eftir at avtalaða vápnahvíldin er farin úr gildi.

Uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur við Fox News, at Iran ætlar at vinna meira tíð.

- Teir eru dugnaligir semingsmenn, og vit mugu syrgja fyri, at vit gera avtalu, sum forðar teimum í at menna kjarnorkuvápn.

Trump hevur ikki alment gjørt viðmerkingar til uppskotið, men keldur, sum CNN og The Wall Street Journal hava tosað við, siga eisini, at forsetin er ivasamur.

 

Útseta orðaskiftið um kjarnorku

Iranskar keldur søgdu í gjár, at uppskotið millum annað snýr seg um at útseta orðaskiftið um kjarnorkuætlanina hjá Iran, til kríggið er av, og ein loysn er funnin á skipaferðsluni. 

Washington hevur sagt, at spurningurin um at menna kjarnorkuvápn skal vera partur av avtaluni.

Arbeiðið at fáa teir báðar samráðingarpartarnar, USA og Iran, at nærkast hvørjum øðrum, er framvegis í gongd, upplýsa pakistanskar keldur. 

Semingsroyndin skuldi upprunaliga halda fram í Islamabad hesa vikuna, men um vikuskiftið boðaði Trump frá, at hann hevði avlýst ferðina hjá serliga sendimanninum, Steve Witkoff, og versoninum, Jared Kushner, til Islamabad.

 


 Abbas Araghchi hitti í gjár Vladimir Putin í Moskva. (Mynd: Dmitry Lovetsky/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Araghchi hitti Putin

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, hitti í gjár russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Putin sigur, at hann vónar, at friður fæst í lag í økinum, og lovar, at Russland skal gera, tað er ment, at virka fyri iranskum áhugamálum og áhugamálum hjá grannalondunum, skriva almennir russiskir miðlar.

Putin legði aftrat, at hann hevur frætt frá ovasta leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, sum ikki er sæddur alment, síðani hann gjørdist ovasti leiðari í mars mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533