Starvsnevndin í FSF er óbroytt

Starvsnevndin í FSF er óbroytt
Tríggir limir í Starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi stóðu fyri vali. Teir blivu allir afturvaldir
 
16.02.2019 - 17:18

Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya er óbroytt.

Seks mans vóru stillaðir upp til tríggjar sessir á Aðalfundinum hjá FSF, sum var seinnapartin í dag. 

Fróði Danielsen, Jógvan Páll Joensen og Kristmund Johannesen, sum hava sitið í Starvsnendini seinastu fýra árini, stóðu fyri vali. Teir blivu allir afturvaldir. 

Hini valevnini, sum ikki blivu vald vóru Sonni L. Petersen, Steinfinnur Mittelstein og Jákup A. Olsen.

Odmar Selfoss og Jákup A. Olsen eru valdir sum varalimir.

Afturvaldu nevndarlimirnir siga, at teir fara millum annað at arbeiða fyri at fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt, at lyfta dómarastøði og at styrkja umsitingarnar úti í feløgunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053