Lønin hjá tingfólkum hækkar

bannari
Lønin hjá tingfólkum hækkar
Lønin hjá løgtingsfólkum hækkar umleið 6.000 krónur um mánaðin, úr 40.000 upp í 46.000 krónur
Lønin hjá løgtingsfólkum hækkar umleið 6.000 krónur um mánaðin. Samstundis dettur ein viðbót burtur
 
01.03.2019 - 08:21

Samstundis dettur viðbótin uppá 2.000 krónur, sum tingfólk fáa nú, burtur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um samsýning og eftirløn hjá tingfólki.

Skotið verður eisini upp at fara frá verandi skipan um tænastumannapensjón, til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda eftirlønarskipan.

 >> SÍ EISINI Nú verða lønirnar endurskoðaðar

Lønarútreiðslurnar til tingfólk verða mettar at hækka úr góðum 18 milliónum krónum upp í umleið 21 milliónir krónur. Afturat hesum fer landið at rinda upp í 15 prosent í eftirlønargjaldi til hvørt tingfólk.   

Ein leyslig meting vísir, at útreiðslurnar til eftirløn fyrstu tíðina hækka umleið 10 prosent, tað eru góðar tvær milliónir krónur um árið, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Nýggja skipanin verður galdandi fyri tingfólkini, sum verða vald á løgtingsvalinum seinni í ár. 

 >> SÍ EISINI Løgmaður og landsstýrisfólk hægri løn

Grundarlagið undir uppskotinum er eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum løgtingsformaðurin setti at endurskoða løgtingslógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum.

Í arbeiðsbólkinum sótu Jógvan Amonsen, ríkisgóðkendur grannskoðari, Gunn Ellefsen, advokatur, og Maria á Dul, HR-leiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114