Normenn fáa færri børn

Normenn fáa færri børn
Í fjør átti hvør norska kvinna í burðaraldri 1,56 børn, og tað er tað lægsta nakrantíð.
 
10.03.2019 - 15:15

Í Noreg verða støðugt færri børn fødd. Í fjør átti hvør kvinna í burðaraldri 1,56 børn, og tað er tað lægsta nakrantíð.

Tað vísir ein uppgerð hjá norsku hagstovuni. Uppgerðin hjá hagstovuni fevnir um tíðarskeiðið frá 1970 til 2018.

Samstundis gerast mammurnar eldir tá tær eiga fyrsta barnið - aldurin í fjør var næstan 30 ár. Fyri páparnar var aldurin næstan 32 ár, tá teir fingu fyrsta barnið.

Í Finnlandi vóru kvinnurnar yngst, tá tær fingu fyrsta barnið, fýra ár yngri enn í Oslo.

Uppgerðin vísir eisini, at tað eru færri, sum fáa meir enn eitt ella tvey børn.

Í desember í fjør varð ein nevnd sett, sum skal fáa greiðu á, hvat kann gerast, fyri at pør kunnu fáa fleiri børn. Tá segði barna- og javnstøðuráðharrin, Linda Hofstad Helleland, at tað óhepna er, at kvinnur gerast eldri, áðrenn tær fáa børn, og eldri tær eru, tess torførari kann tað vera at gerast við barn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687