Fjórðing í vinningsbýti og nýggjur nevndarlimur

Fjórðing í vinningsbýti og nýggjur nevndarlimur
BankNordik hevur ársaðalfund í dag. Nevndin í bankanum mælir til at luta út 70 mió. kr. í vinningsbýti. Gunnar Nielsen skal í nevndina
BankNordik hevur aðalfund í dag.
 
21.03.2019 - 12:07

BankNordik hevur ársaðalfund í dag.

Nevndin í bankanum mælir til at luta út 70 mió. kr. í vinningsbýti.

Tað svarar til 27 prosent at avlopinum, ella sjey krónur fyri hvørt partabrævið
 
Nevndin mælir eisini til at velja Gunnar Nielsen í nevndina.

Annars mælir nevndin til at velja Stine Bosse, Barbaru P. Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm aftur í nevndina. 

Gunnar Nielsen fer úr starvinum sum fíggjarstjóri í Bakkafrosti tann 1.apríl.

Lækka partapeningin

Ársaðalfundurin í dag skal eisini taka støðu til eitt uppskot frá nevnd bankans um at lækka partapeningin í bankanum úr 200 milliónum niður í 192 milliónir krónur.

Tær átta milliónirnar skulu takast av ogn bankans.

Men bankin ætlar at keypa fleiri egin partabrøv, tí nevndin biður aðalfundin um at leingja heimildina at keypa partabrøv til 1.mars 2024.

Nevndin mælir eisini til, at samsýningin til nevndina verður óbroytt. 

Forkvinnan fær 600.000 kr. um árið, næstformaðurin 400.000 og hini í nevndini fáa 200.000 kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026