- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rumenar høvdu besta liðið í nítiárunum
Føroyar hava spælt seks ferðir í móti Rumenia í EM og HM-undankappingardystum. Rumenia hevur vunnið allar.
Fyrstu ferð, vit møttu Rumenia, var í Bukarest í 1992 í HM-undankappingini til endaspælið í USA, sum var í 1994.
Rumenia vann 7-0. Dysturin í Føroyum endaði við 4-0 sigri til Rumenia. AC Milan framherjin, Florin Raducioiu, skoraði øll fýra málini.
Síðani gingu 15 ár, áðrenn Føroyar og Rumenia aftur vóru í bólki saman, hesaferð í undankapping til HM kappingina í Suður-afrika.
Fyrra dystin, sum varð spældur á Tórsvølli, vann Rumenia 1-0. Seinna dystin vann Rumenia 3-1. Egil á Bø skoraði føroyska málið.
Í 2015 spældu vit aftur tvær ferðir í móti Rumenia, hesaferð í undankapping til EM-endaspælið í Fraklandi.
Fyrri dysturin, sum varð spældur í Rumenia, endaði við 1-0 sigri til rumenar, meðan seinni dysturin á Tórsvølli endaði við 3-0 sigri til gestirnar.
HM í USA bleiv minniligt
Síðst, Rumenia spældi seg til eitt endaspæl, var í 2016, tá evropameistarakappingin var í Fraklandi. Rumenia endaði tá aftast í sínum bólki.
Men tað er helst serliga liðið, sum var við í heimsmeistarakappingini í USA í 1994, sum fótbóltsfólk, ið eru nóg gomul til tað, minnast.
Stjørnurnar á liðnum tá vóru millum annað Gheorge Hagi, Florin Raducioiu og Illie Dumitrescu.
Nógv fagnaðu rumenska liðnum fyri teirra undirhaldandi fótbóltsstíl, og tað eydnaðist teimum eisini at koma fram til fjórðingsfinaluna, eftir at hava sligið Argentina úr kappingini í áttandapartsfinaluni.
Í fjórðingsfinaluni gekk tað tó akkurát ikki. Rumenia tapti fyri Svøríki eftir brotssparkskapping.
21 ár síðan, at Rumenia var við í heimsmeistarakapping
Rumenia hevur ikki luttikið í einari heimsmeistarakapping, síðani teir vóru við í heimsmeistarakappingini í Fraklandi í 1998.
Nú skal Rumenia aftur royna at spæla seg til eitt endaspæl.
Í HM-undankappingini til endaspælið í 2018 gekk tað ikki væl.
Rumenia vann sær bara 13 av 30 møguligum stigum og endaði á fjórða plássi aftan fyri Pólland, Danmark og Montenegro.
Tað gekk heldur ikki eftir vild í fyrsta umfari í hesi undankappingini. Rumenia tapti leygarkvøldið 1-2 fyri Svøríki í Stokkhólmi.
Hagi er við
Venjarin hjá Rumenia, Cosmin Contra, hevur úttikið 23 spælarar til dystin í móti Føroyum.
Eingin verulig stjørna er í hópinum, sum er mannaður við spælarum, sum umboða ymisk feløg í Evropa. Níggju spælarar spæla í rumensku kappingini, ein spælir í USA, og ein spælir í saudiarabisku kappingini.
Tó er eitt navn í hópinum, sum ein leggur tilmerkis. 20 ára gamli Ianis Hagi.
Hann er sonur størsta fótbóltsnavnið í Rumenia nakrantíð, Gheorge Hagi, sum í nítiárunum umboðaði bæði stórfeløgini í Spania, FC Barcelona og Real Madrid.
Sonurin, Ianis Hagi, er skrásettur fyri tveir landsdystir og umboðar rumenska felagið, Viitorul Constanta.
Rumenski hópurin
Ciprian Tatarusanu | málverji | Nantes (FRA) |
Costel Pantilimon | málverji | N.Forrest (ONG) |
Florin Nita | málverji | Sparta Prag (KEK) |
Dragos Grigore | verja | Ludogorets (BUL) |
Cristian Sapunaru | verja | Kayserispor (TUR) |
Romario Benzar | verja | FCSB (RUM) |
Cosmin Moti | verja | Ludogorets (BUL) |
Cristian Manea | verja | CFR Cluj (RUM) |
Nicusor Bancu | verja | U. Craiova (RUM) |
Ionut Nedelcearu | verja | UFA (RUS) |
Alexandru Chipsiu | miðja | Sparta Prag (KEK) |
Nicolae Stanciu | miðja | Al-Ahli (SAU) |
Ciprian Deac | miðja | CFR Cluj (RUM) |
Razvan Marin | miðja | Standard Liege (BEL) |
Paul Anton | miðja | Sovetov (RUS) |
Alexandru Mitria | miðja | New York City (USA) |
Tudor Baluta | miða | V. Constanta (RUM) |
Alexandru Cicaldau | miðja | U. Craiova (RUM) |
Dennis Man | miðja | FCSB (RUM) |
Ianis Hagi | miðja | V. Constanta (RUM) |
Dan Nistor | miðja | Dinamo Bucuresti (RUM) |
Claudiu Keseru | álop | Ludogorets (BUL) |
George Puscas | álop | Palermo (ITA) |
Andrei Ivan | álop | Rapid Wien (EYS) |