- Latið dyrnar standa á gloppi

- Latið dyrnar standa á gloppi
ES eigur ikki at svíkja teir umleið seks milliónir bretarnar, sum vilja verða verandi í samveldinum, heldur forsetin í ES
ES-tingið eigur at lata dyrnar standa á gloppi fyri møguleikanum, at brexit verður útsett í langa tíð, um bretar fara at umhugsa brexit av nýggjum, segði forsetin í ES, Donald Tusk, í røðu í morgun
 
27.03.2019 - 16:10

ES-tingið eigur at lata dyrnar standa á gloppi fyri møguleikanum, at brexit verður útsett í langa tíð, um bretar fara at umhugsa brexit av nýggjum.

Eisini um tað ber í sær, at bretar noyðast at velja limir í ES-tingið í mai. ES eigur ikki at svíkja teir umleið seks milliónir bretarnar, sum vilja verða verandi í samveldinum. 

Tað var boðskapurin frá forsetanum í ES, Donald Tusk, tá helt røðu í ES-tinginum í Strasbourg fyrrapartin.

Skuldu fara úr ES 29. mars

Upprunaliga var ætlanin, at Bretland skuldi fara burtur úr ES nú fríggjadagin, 29. mars.

Men Theresa May, forsætisráðharri, hevur fingið freist frá ES hesa vikuna aftrat at fáa undirhúsið í London at samtykkja avtaluna, sum Theresa May hevur gjørt við ES.

Eydnast tað ikki, fer Bretland úr ES 12. apríl við ongari avtalu, uttan so at biðið verður um eina nýggja freist.

Farage: Bretland úr ES sum skjótast

Alyn Smith í skotska loysingarflokkinum, SNP, sum vil hava Bretland at verða verandi í ES, tekur undir við Donald Tusk.

- Latið ikki dyrnar aftur nú, tí vit eru mong, sum vilja verða verandi í evropeiska húskinum, sum hann tók til.

Nigel Farage, sum í mong ár hevur stríðst fyri at taka Bretland úr ES, segði í síni røðu í ES-tinginum, at Bretland eigur at verða tikið úr ES sum skjótast, so "vit onnur kunnu sleppa víðari við tilveruni," sum hann tók til. 

Ein nýggj fólkaatkvøða ikki loysnin

Nigel Farage ávaraði ímóti tankanum hjá forsetanum í ES, Donald Tusk, at hava eina nýggja fólkaatkvøðu um brexit.

- Halda tygum, at bretar hava broytt støðu til brexit, er tað eitt mistak. Úrslitið av einari nýggjari folkaatkvøðu hevði helst verið, at enn størri meiriluti hevði verið at taka Bretland úr ES, segði Nigel Farage.

Orðaskiftið í ES-tinginum var fáar tímar fyri, at bretska parlamentið seinnapartin fer at hava fleiri vegleiðandi atkvøðugreiðslur um 16 ymiskar brexit-loysnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti
203563
Sunnudag 1. februar
Andaktin
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450