Finnast at Samferðslumálaráðnum

bannari
Finnast at Samferðslumálaráðnum
Løgtingrannskoðararnir finnast at Samferðslumálaráðnum, eftir at tað er staðfest, at ráðið ikki helt eftirlitisskyldu sína
 
13.04.2019 - 09:40

Tað er als ikki nøktandi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Samferðslumálaráðið ikki hava hildið sínar eftirlitsskyldur mótvegis Landsverki í nóg stóran mun.

Tað siga løgtingsgrannskoðararnir í teirra niðurstøðu til frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um byggingina av Marknagilsdeplinum.

 >> SÍ EISINI Hvassur kritikkur frá Landsgrannskoðaranum

Hóast ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, hevur Samferðslumálaráðið verið rættiliga passivt og ókritiskt í øllum tíðarskeiðnum, tað hevur varðað av Landsverki, skrivar løgtingsgrannskoðararnir.

Í frágreiðing sínari sigur Landsgrannskoðanin:

"Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541