Samferðslumálaráðið givið tænastuboð

Samferðslumálaráðið givið tænastuboð
Samferðslumálaráðið hevur givið Landsverki tænstuboð um, at ongar byggiverkætlanir skulu byrjast uttan góðkenning frá ráðnum
 
16.04.2019 - 13:19

Samferðslumálaráðið hevur givið Landsverki tænastuboð um, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra skulu setast í gongd uttan at tær eru góðkendar av Samferðslumálaráðnum.

Í telduposti frá Samferðslumálaráðnum til øll aðalráðini 15. apríl, tað vil siga í gjár, stendur:

"Hjálagt verður til kunningar sent avrit av tænastuboðum, sum í dag er sent Landsverki."

Undir yvirskriftini "Tænastuboð." stendur í teldupostinum frá Samferðslumálaráðnum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

"Í fráboðan dagfest tann 22. januar 2019 boðaði Samferðslumálaráðið frá, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra verða settar í gongd fyribils, og at hetta var galdandi til nýggj boð komu úr Samferðslumálaráðnum.

Samferðslumálaráðið skal við hesum boða frá, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra verða settar í gongd, uttan at hesar fyrst eru góðkendar av Samferðslumálaráðnum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128