- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andrias Høgenni til Cannes at kappast

WE ARE GOING TO CANNES!!!
Soleiðis skrivar ein sera fegin Andrias Høgenni á facebook, eftir at tað er almannakunngjørt, at stuttfilmur hansara "Ikki illa meint" er tilnevndur í kappingini fyri stuttfilmar á 58. filmsfestivalinum í Cannes. Festivalurin verður í mai, og tað er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er við í kappingini. Festivalurin í Cannes verður roknaður sum týdningarmiklasti filmfestivalurin í Europa.
- Eg eri avbera fegin fyri møguleikan, skrivar Andrias Høgenni og takkar øllum teimum, sum høvdu við filmin at gera. Andrias Høgenni leikstjórnaði "Ikki illa meint" sum part av filmsútbúgving sínari.
Tú sært eitt brot av filminum niðan fyri her.






















