Stjóralønir: Øll hava rætt til at vita

Stjóralønir: Øll hava rætt til at vita
Stjóralønir í almennum partafeløgum eiga at vera almennar, heldur fyrrverandi stjóri í Føroya Tele
Kristian Davidsen er stjóri hjá Tele-Post í Grønlandi
 
23.04.2019 - 07:25

- Øll hava rætt til at vita niður í smálutir, hvussu nógv ein stjóri í einum almennum partafelagi fær í løn. 

Tað heldur Kristian Davidsen, fyrrverandi stjórin í Føroya Tele. Kristian Davidsen er nú stjóri í almenna grønlendska partafelagnum Tele-Post. 

Grønlendska blaðið Sermitsiaq hevur seinastu dagarnar sett fokus á lønir og gjøgnumskygni í almennu grønlendsku partafeløgunum, og í tí sambandi er komið fram, at Kristian Davidsen er triðbest lønti stjórin í Grønlandi við einari ársløn uppá 3,4 milliónir. 

Eitt sjálvsagt krav

Tað sum tó hevur vakt ans, er at Tele-Post alment hevur greinað løn hansara niður í smálutir, meðan onnur almenn partafeløg eru meira afturhaldandi við lønarupplýsingum. 

- Í mínum eygum eigur tað at vera eitt krav, at man lýsir lønina hjá stjórnini niður í smálutir, serliga, tá talan er um alment partafelag, sum allir grønlendingar jú eiga, sigur Kristian Davidsen við Sermitsiaq.

Stine Bosse er nevndarforkvinna í Tele-Post. Stine Bosse er eisini nevndarforkvinna í Bank Nordik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815