- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útróðrarbátar hava fiskað stívliga 42 prosent av toskinum
Útróðrarbátar hava fiskað stívliga 42 prosent av toskinum
Bátar í bólki 5A hava fiskað sløk 26 prosent av toskinum og bátarnir í bólki 5B stívliga 16 prosent, vísa avreiðingartøl

Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap. Sambært tølum hjá Vørn hava teir fiskað 42 prosent av toskinum undir Føroyum. (Savnsmynd)
15.07.2026 - 08:57
Útróðrarbátarnir eru meira avmarkaðir av veðri og vindi enn størru fiskiførini, og nógvar avreiðingar eru smáar, men kortini stendur bólkur 5 fyri stórum parti av samlaðu toskaveiðuni undir Føroyum.
Higartil í ár hava útróðrarbátarnir í bólki 5 fiskað stívliga 42 prosent av øllum toskinum, sum er fiskaður undir Føroyum.
Tað kann roknast út fráavreiðingartølunum, sum liggja alment frammi á heimasíðuni hjá Vørn. Tølini eru dagførd 10. juli.
Um vit býta talið upp, so hava teir fultriknu útróðrarbátarnir í bólki 5A fiskað sløk 26 prosent av toskinum, og bátarnir í bólki 5B stívliga 16 prosent.
Tølini eru munandi størri enn vanligt, men fiskiskapurin hevur eisini verið góður, og er tað enn, og somuleiðis avreiðingarprísurin.
Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fiskidagarnir røkka ikki
Hugurin at fiska hevur verið so mikið góður, at tað longu nú er greitt, at fiskidagarnir í bólki 5 fara ikki at røkka til alt árið. Og tí ætlar Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at útluta fleiri dagar til bólkin.
Tað ger hann greitt í svari uppá grein 52a-fyrispurningar frá tingmonnunum, Sámal Peturi í Grund úr Sjálvstýri og Fráoða Magnussen úr Fólkaflokkinum.
Teir hava spurt um støðuna við fiskidøgum í bólki 5, og í svarunum skrivar landsstýrismaðurin millum annað orðarætt soleiðis:
"Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiir dagar til bólkin í inniverandi ár."
Tað hevur ikki borið til at fáa orð á landsstýrismannin, sum heldur summarfrí, men við eftirmetingini sipar hann sannlíkt til avgerðina, sum ein breiður meiriluti í Løgtinginum tók 18. november í fjør, um at áleggja landsstýrinum at kanna møguleikarnar fyri at útluta fleiri fiskidagar til bólk 5B.
Bárður á Steig Nielsen, sum tá var løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, legði sjálvur uppskotið fyr tingið saman við Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.
Rópa varskó
Ætlanin hjá landsstýrismanninum at økja fiskidagatalið uttan um umsitingarætlanina, sum útlutingin annars sambært lógini um sjófeingi skal fylgja, hevur fingið millum annað Havstovuna, framleiðsluvirki og eisini umboð fyri útróðrarmenn at rópa varskó.
Tey stúra fyri, at avgerðin hjá Bárði á Steig Nielsen, sum tey siga vera greitt brot á lógarásetingina um at fylgja umsitingarætlanini, kann hava við sær, at føroyska upsa-, toska- og hýsuveiðan missir MSC-góðkenningina, sum er so avgerandi fyri marknaðarstøðuna - bæði viðvíkjandi prísi og atgongd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























