Í minsta lagi 41 deyð í flogvanlukku í Russlandi

Í minsta lagi 41 deyð í flogvanlukku í Russlandi
Í minsta lagi 41 av teimum 78 ferðafólkunum umborð á einum russiskum flogfarið hava latið lív, eftir at eldur kom í flogfarið
 
06.05.2019 - 07:41

Flogfarið lætti frá altjóða Sjeremetjovo-flogvøllinum í gjárkvøldið við kós móti Murmansk. Flogfarið fleyg eina løtu í kring yvir Moskva, áðrenn tað vendi aftur til flogvøllin. Undir neyðlendingini skal flogfarið hava tikið í vøllin og eldur kom í velið á flogfarinum. Frágreiðingar eru um, at flogfarið hevði harða lending.

Enn eg ikki greitt, hví vanlukkan hendi, men flogfelagið Aeroflot hevur váttað, at ein av motorunum hevur havt teknisk brek. Fleiri siga eisini, at snarljós rakti flogfarið, og tað kann verða orsøkin til brekið, men tað er enn ikki váttað.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sent samkensluheilsanir til ofrini. Í fráboðan frá Kreml stendur, at Putin sigur, at kanningararbeiðið skal verða so neyvt, sum møguligt. Forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, hevur mælt til, at serdeild skal kanna vanlukkuna.

Sukhoi Civil Aircraft, sum hevur gjørt flogfarið, sigur, at tað var til eftirlit í apríl, og at flogskiparin hevði 1.400 tímar royndir við júst hesum flogfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025