Pubbin letur upp aftur

Pubbin letur upp aftur
Ætlanin er at lata pubbina á Tvøroyari upp aftur. Men ikki verður upplýst, nær tað verður
Pubbin er stongd nú. men hon letur upp aftur, sigur eigarin
 
07.05.2019 - 13:21

Pubbin læt aftur fríggjadagin 3.mai. Og 31.mai, tá mentanarnátt er á Tvøroyri, er seinasta tiltakið á Seglloftinum. 

Tað er ikki Anna Kirstin Thomsen, sum hevur rikið Pubbina og Seglloftið, sum hevur avgjørt at lata aftur.

Óli Restorff Hansen, sum umboðar eigararnar í Havn, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar um málið.

Vil ikki siga nógv 

Hann vil heldur ikki siga, um afturlatingin hevur samband við búgvið eftir Poul Hansen, sum doyði herfyri. Óli Restorff Hansen sigur bara, at arbeitt verður við málinum. Men Pubbin letur upp aftur, sigur hann.

Anna Kirsten Thomsen fegnast um í Facebook bólkinum hjá Pubbini og Seglloftinum, at tað eydnaðist beiggja hennara og øðrum at fáa friðað bygningarnar og fiskaplássið og fingu umvælt Pubbina og Seglloftið soleiðis, at tey nú eru millum hugnaligastu høli í landinum. 

Hon sigur seg vóna, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri og her hevur altíð ýtt av lívi. Tað hevði verið stórt spell, um teir nú fara at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, sigur Anna Kirstin Thomsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815