- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB vann á KÍ

HB vann á KÍ
Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í Gundadali, tá HB tók ímóti oddaliðnum KÍ.
HB vísti seg tó til at vera væl omaná, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki var HB longu á odda 3-0.
Tað eydnaðist tó KÍ at minka um munin beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki økti HB til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hetta var fyrsti ósigurin hjá KÍ í ár.
NSÍ málveitsla í Hólmanum
NSÍ vann heili 8-1 á EB/Streymi tá liðini møttust á Eiði. Toppskjúttin hjá NSÍ Klæmint Andrasson Olsen skjeyt fimm av málunum.
Hóast EB/Streymur svaraði aftur eftir fyrsta NSÍ málið, so megnaðu teir ikki at fylgja við runavíkingum, sum eyðmýktu sundalagsmenn í 90 minuttir.
Javnleikur á Argjum
Tað var ein spennandi dystur í botnstríðnum spældur á Argjum, tá AB fekk vitjan av TB.
Argjamenn løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, men TB svaraði aftur í tveimum umførum tá Lus Michael Jeggo skoraði tvey mál áðrenn hálvleik.
Tað, sá leingi út sum, at TB fór at fáa trý stig við sær suður, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, fekk AB tað útjavnandi málið.
Javnleikurin flytir AB upp um ÍF á stigatalvuni.
HB-KÍ 4-1 (3-1)
| 28 min | Dan í Soylu | 1-0 |
| 33 min | Adrian Justinussen | 2-0 |
| 36 min | Ari Mohr Olsen | 3-0 |
| 43 min | Jóannes Bjartalíð | 3-1 |
| 77 min | Dan í Soylu | 4-1 |
EB/Streymur-NSÍ 1-8 (1-5)
| 1 min | Klæmin Andrasson Olsen | 0-1 |
| 2 min | Steffan Løkin | 1-1 |
| 9 min | Klæmint Andrasson Olsen | 1-2 |
| 29 min | Klæmint Andrasson Olsen | 1-3 |
| 37 min | Klæmint Andrasson Olsen | 1-4 |
| 40 min | Jann Benjaminsen | 1-5 |
| 52 min | Klæmint Andrasson Olsen | 1-6 |
| 70 min | Pól Jóhannus Justinussen | 1-7 |
| 82 min | Magnus Hendriksson Olsen | 1-8 |
AB-TB 2-2 (1-2)
| 8 min | Bárður Olsen | 1-0 |
| 23 min | Lus Michael Jeggo | 1-1 |
| 35 min | Lus Michael Jeggo | 1-2 |
| 90 min | Heri Hjalt Mohr | 2-2 |
Stigatalvan:
| KÍ | 23 |
| NSÍ | 22 |
| B36 | 21 |
| Víkingur | 20 |
| HB | 18 |
| Skála | 15 |
| TB | 9 |
| EB/Streymur | 7 |
| AB | 4 |
| ÍF | 4 |



























