Nýggjasta uppskotið fær kaldliga móttøku

Nýggjasta uppskotið fær kaldliga móttøku
Theresa May, forsætisráðharri, legði í gjár fyri fjórðu ferð eitt uppskot fyri undirhúsið, um hvussu Bretland kann fara úr ES
 
22.05.2019 - 11:23

Nýggjasta uppskotið hjá Theresu May, forsætisráðharra í Bretlandi, um brexit, fær kaldliga móttøku frá teimum, sum higartil hava atkvøtt ímóti avtaluni.

Í gjár legði Theresa May fyri fjórðu ferð eitt uppskot fyri undirhúsið, um hvussu Bretland kann fara úr ES. 

Labour fer ikki at atkvøða fyri

Politiskir eygleiðarar siga, at uppskotið er lagað soleiðis til, at forsætisráðharrin væntar, at andstøðuflokkurin Labour kann taka undir við tí.

Millum annað verður latið upp fyri møguleikanum at hava nýggja fólkaatkvøðu um brexit og eitt tættari handilssamstarv við ES, enn bretska stjórnin higartil hevur viljað.

Men Labour-leiðarin, Jeremy Corbyn, sigur, at Labour fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum. 

Corbyn: – Uppskotið er eitt uppkók

Corbyn sigur, at uppskotið er eitt uppkók, sum tann tekur til, av sjónarmiðum, sum stjórnin hevur havt í samráðingunum við Labour, ið slitnaðu í síðstu viku.

Líkt er heldur ikki til, at konservativu parlamentslimirnir, sum higartil hava atkvøtt ímóti brexit-avtaluni, hava broytt støðu.

Norðurírski stuðulsflokkurin hjá stjórnini, DUP, sigur, at eisini í hesum uppskotinum verða gjørd somu mistøk sum í hinum málunum, ið parlamentið hevur vrakað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887