Málið um nýtt sjúklingahotell lagt fyri Løgtingið

Málið um nýtt sjúklingahotell lagt fyri Løgtingið
Sjúklingahotellið í Venøgade í Keypmannahavn rúmar ikki longur øllum sjúklingum og teirra avvarðandi, og tí verður arbeitt við at fáa til vega eitt nýtt
Sjúklingahotellið í Venøgade er ov lítið
 
24.04.2026 - 18:57

Uppskot um at byggja nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er í dag lagt fyri Løgtingið. 

Síðani 2012 hevur Sjúklingahotellið húsast á Venøgade á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, men hesin bygningur rúmar ikki longur øllum sjúklingum og teirra avvarðandi.

Eitt hóskandi grundøki á Rådmandsgade, tætt við Ríkissjúkrahúsið, er funnið. Danski staturin eigur grundøki, og arbeitt verður við eini loysn, har Bygningsstyrelsen byggir ein nýggjan bygning, sum skal húsa Sjúklingahotellinum.

Verkætlanin er í løtuni á einum innleiðandi stigi, har millum annað tørvslýsingin verður nágreinað, og ein byggiskrá verður gjørd.

Áðrenn farið verður víðari, skal Løgtingið taka støðu til, um undirtøka er fyri at halda fram við fyrireikingunum.

Í næsta stigi verða ítøkiligar loysnir og kostnaðarmetingar nágreinaðar - herundir húsaleiga. 

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í Heilsumálum vónar, at eitt nýtt sjúklingahotel kann verða liðugt um eini trý ár, men tað ber ikki til at siga enn.

 

1808953

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107