Innbrot hjá Morata meðan Spania og Føroyar spældu

Innbrot hjá Morata meðan Spania og Føroyar spældu
Meðan Spania og Føroyar spældu á Tórsvølli fríggjakvøldið, brutu tjóvar inn í húsini hjá spanska landsliðsleikaranum honum í Spania
 
10.06.2019 - 14:58

Meðan Chelsea-spælarin, Alvaro Morata, fríggjakvøldið stríddist á Tórsvølli í HM-undankappingar-dystinum millum Spania og Føroyar, gjørdu tjóvar sær dælt og brutu inn í húsini hjá Morata í Spania.

Spanska løgreglan sigur við fjølmiðlar, at vápnaðir ránsmenn brutur inn í húsini, sum standa í ríkmannaøkinum La Moraleja, norðan fyri Madrid. Hildið verður, at teir eru komnir inn í húsini gjøgndum eitt loftsvindeyga.

Italska kona Morata, Alice Campello, og tvíburðasynir teirra, vóru í húsinum, tá brotið var inn. Tjóvarnir tóku prýðislutir og dýr armbandsur við sær. 

Morata fekk boðini um innbrotið eftir dystin, sum Spania vann 4-1. Morata hevði onga viðmerking um innbrotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809