Ógvuslig hitabylgja í Evropa

Ógvuslig hitabylgja í Evropa
Í Suðurfrankaríki máldi hitin heili 45,9 stig, sum er methøgt. Myndugleikarnir hava sett tiltøk í verk
 
29.06.2019 - 13:00

Fleiri fólk eru deyð í ógvusligu hitabylgjuni, sum herjar í fleiri Evropeiskum londum.  Í gjár máldi hitin í Suðurfrankarríki heili 45,9 stig, sum er tað heitasta, ið nakrantíð er mált.

Franski forsetinmálaráðharrin, Edouard Philippe, heitir á fólk um at vera serliga ansin í ógvusligu hitabylgjuni. Áheitanin kemur eftir, at fleiri franskmenn eru druknaðir, í roynd at køla seg niður á støðum sum ikki eru góðkend. Myndugleikarnir heita tí á fólk, um bert at nýta góðkend baðistøð.  

Hava gjørt almenn kølirúm

Myndugleikarnir í París hava gjørt fleiri átøk, fyri at hjálpa íbúgvunum í øgiliga hitanum. Millum annað hava tey latið kommunal kølirúm upp, har borgarar kunnu fara inn og køla seg niður.

Parkirnar í býnum hava longri opið, so fólk kunnu leita sær skugga undir trøunum, og fleiri forminnisavn hava ókeypis atgongd, so fólk kunnu koma inn og fáa ágóðan av útluftingini.  

Eisini eru fleiri skúlar afturlatnir, og tað verður frámælt børnum at vera fysiskt aktiv um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065