Ikki liðugt við bólk 5 enn

Ikki liðugt við bólk 5 enn
Fiskimálaráðið viðger enn, hvussu verður við fiskidøgunum í bólki 5
Teir smáu útróðrarbátarnir eru í bólki 5
 
25.07.2019 - 12:08

Ikki fyrr enn tann viðgerðin er liðug, verður niðurstøðan kunngjørd. Men tað verður heilt skjótt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

10.juli vóru allir fiskidagarnir í ár hjá bólki 5B brúktir. Høgni Hoydal ætlaði at flyta 22 bátar úr bólki 5B í bólk 5A.

Tann flytingin hevði givið 637 dagar afturat í bólki 5B og 637 dagar færri í bólki 5A. 

Mælti frá

Men Fiskivinnuráðið mælti frá at gera hesa flyting. Tað var 16.juli. Síðani hevur Fiskimálaráðið viðgjørt bólk 5, og tann viðgerðin er ikki liðug enn.

Fiskivinnuráðið er ráðgevandi, og landsstýrismanninum nýtist ikki at gera, sum Fiskivinnuráðið mælir til ella frá.

Fult riknu útróðrarbátarnir eru í bólki 5A, og bátar, sum hava útróðurin sum parttíðar vinnu ella nýggja vinnu, eru í bólki 5B.

Útróðrarbátar minni enn 15 tons eru í bólki 5. Bátarnir í bólki 5B hava ikki kunnað fiskað og selt fiskin nú í góðar tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655