Góðveðrið elvir til vatntrot

Góðveðrið elvir til vatntrot
Óvanligi turkurin í seinastuni fær nú fleiri kommunur at heita á fólk um at spara vatn
Tað ávirkar umleið helvtina av húskjunum í Sandavági, at turkur hevur verið í seinastuni
 
06.08.2019 - 19:03

Góða veðrið síðstu tíðina hevur sínar avleiðingar. Lítið og onki regn hevur verið, og ymsastaðni kring landið er farið at fjara í vatnbrunnunum.

Í gjár boðaði Vága kommuna frá á heimasíðuni, at vatnveitingin verður stongd eystan fyri Stórá í Sandavági frá klokkan 23 á kvøldi, til klokkan seks á morgni, meðan turkur er.

Pumpur skunda undir vatnveitingina

Tað ávirkar umleið helvtina av húskjunum í Sandavági. Haraftrat eru pumpur settar á til tess at skunda undir vatnveitinginga, tí hæddarmunurin gevur nakrar avbjóðingar. tá vatnið kemur úr Miðvági til Sandavágs. 

Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur í dag, at tey eru varug við, at verandi vatnveiting ikki er nøktandi, tá veðrið háttar sær, sum tað hevur gjørt í seinastuni, men hon leggur aftrat, at hesin turkurin er óvanligur.

Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta vatnveitingina til Sandavags, men um útbyggingar verða gjørdar aðrastaðni, verða møguligar útbyggingar til vatnveiting tiknar við, leggur Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri, aftrat.

Gera byrging í Kvívík

Eisini í Leynum verður heitt á borgararnar um at spara uppá vatnið. Heri Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, sigur, at har er turrari enn aðrastaðni, og tí er so lítið vatn í áunum í løtuni. 

Vatn er í brunnunum, sigur hann, men fólk skulu spara vatn, meðan turkurin er. Í Kvíkar kommunu verða stig tikin til at tryggja vatnveitingina í kommununi, men tað tekur tíð, sigur Heri Müller. 

Kommunan hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at taka vatn úr einari á aftrat í Kvívík, og í hesum sambandi verður ein byrging gjørd. Síðani verða vatnleiðingar lagdar til Stykkið og Leynar, men hetta er ein verkætlan, ið fer at taka eini tvey ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167