Serliga byggivinnan innflytur arbeiðsmegi

Serliga byggivinnan innflytur arbeiðsmegi
Í fjør vórðu latin 583 upprunaloyvi til útlendingar at arbeiða í Føroyum
Útlendingar hava millum annað verið við til at byggja musikkskúlan í Havn
 
06.08.2019 - 12:02

Hagtøl í kanningini Rumenar á loftinum, sum Liljan Weihe, samfelagsfrøðingur og journalistur gjørdi fyri 13 fakfeløg, siga, at 583 arbeiðsloyvi vórðu givin fyrstu ferð í fjør.

Hagtølini eru gjørd til kanningina. Serliga byggivinnan fær fólk úr Eysturevropa til Føroya at arbeiða.

Ovast á listanum er Articon við 99 arbeiðsloyvum í fjør, síðani kemur Mest við 61 og danska vikarstovan DMA International er á triðja plássi við 43 loyvum. Firmport hevur 40 loyvi.

Hinar fyritøkurnar á topp tíggju listanum eru J & K Petersen Contractors, Smyril Line, Húsavarðartænastan, IR Lastbilar, Fiskavirkið og Gist & Vist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037