Trý feløg vilja koyra buss sunnanfyri

Trý feløg vilja koyra buss sunnanfyri
Fýra boð komu upp á at koyra fyri Bygdaleiðir í Sandoynni og í Suðuroynni
Bussur í Skopun
 
16.08.2019 - 12:20

Smápartafelagið Handilshúsið beyð upp á koyringina í Sandoynni. Partafelagið Suðuroyarleiðin og smápartafelagið Suðuroyar Bygdaleiðir vilja sleppa at koyra í Suðuroynni.

Suðuroyar Bygdaleiðir hava eisini tilboð upp á koyringina í báðum oyggjum. Landsstýrið hevur avgjørt, at Sandoyggin skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku. 

Varandi orka

Bussarnir í Sandoynni skulu tí koyra við varandi orku. Tey, sum ætla sær at koyra við bussum í Sandoynni, avgera sjálvi, hvat slag av grønari orku, bussarnir brúka.

Men hugt verður eftir, hvussu nógv CO2 útlát kemur frá koyringini, og hvaðani orkan kemur. Tilboðini upp á koyringina hjá Bygdaleiðum verða nú greinað og viðgjørd í einum arbeiðsbólki.

Úrslit verður almannakunngjørt í seinasta lagi fríggjadagin 30.august, siga Strandfaraskip landsins. Koyringin í Sandoynni og í Suðuroynni varð boðin út av nýggjum hálvan juli, tí fyrra útbjóðingartilfarið var ikki í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025