Nýggj útbúgving væl umtókt

Nýggj útbúgving væl umtókt
15 fólk byrjaðu mánadagin á nýggju útbúgvingunum í listaligum arbeiði
15 fólk eru byrjað á nýggju útbúgvingini í listaligum arbeiði á Setrinum. Myndin hevur ikki samband við útbúgvingina sjálva
 
21.08.2019 - 10:38

Nú Fróðskaparsetrið er farið undir nýtt lestrarár, er eisini ein nýggj útbúgving byrjað á Føroyamálsdeildini. Sjøtul verður settur á nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði, har tilsamans 15 fólk fara at lesa. 

Útbúgvingin er býtt sundur í tvær leiðir; ritlist og tónlist. 26 umsóknir vóru til útbúgvingina í listaligum arbeiði. 16 fingu tilboð um lestrarpláss og 15 hava tikið av - níggju á ritlist og seks á tónlist.

Sínámillum ágóðar skulu styrkja umhvørvið

Hóast hesar báðar útbúgvingarnar á Føroyamálsdeildini ikki líkjast og hava hvør sínar arbeiðshættir, verða ivaleyst fleiri sínámillum ágóðar, sum fara at styrkja lestrarumhvørvið á deildini, sigur Føroyamálsdeildin.

Annars er kjarnuútbúgvinginin á Føroyamálsdeildini, sum vant, føroyskt mál og bókmentir. Í alt 12 byrja at lesa BA í føroyskum máli og bókmentum, ein byrjar hjánámslestur og seks nýggj lesandi leggjast afturat á MA-náminum.

52 fulltíðarlesandi eru á Føroyamálsdeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045