Kemur fyrst í september

Kemur fyrst í september
Nýggja havrannsóknarskipið kemur um tvær vikur, og skal verða liðugt næsta summar
Nýggja havrannsóknarskipið er mest sum liðugt uttan, tá tað kemur til Føroya
Mynd: MEST  
 
22.08.2019 - 08:24

Havrannsóknarskipið kemur til Føroya fyrst í september. Sambært Havrannsóknarstovuni kemur skrokkurin úr Litava til Føroya mikudagin 4. september.

Í mai 2017 skrivaðu Fiskimálaráðið og skipasmiðjan MEST undir sáttmála um at byggja rannsóknarskip. MEST fekk síðani Western Baltic Shipyard í Litava at gera skrokkin. 

Mett at kosta 300 milliónir

Skrokkurin verður sjósettur leygardagin 31. august. Síðani verður hann sleipaður til Føroya, og skipið verður gjørt liðugt á Skála.

Skipið skal verða liðugt næsta summar. Havrannsóknarskipið er mett at kosta 300 milliónir krónur. Tá er studningurin úr landskassanum taldur við.

Sambært lóg um studning til skipasmiðjur eiga skipasmiðjur at fáa átta prosent av sáttmálaprísinum í stuðli til skipasmíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650