Bátur siglt á sker

Bátur siglt á sker
Ein AWI 27-glastrevjabátur silgdi á Víkarsker út fyri Porkeris bygd um hálvgum trý tíðina í nátt
 
08.09.2019 - 13:57

Klokkan 02:35 fekk MRCC boð frá manningini um, at sjey manns vóru umborð, og teir vóru farnir í bjargingarvestar. Stutt eftir vóru boðini, at seks mans høvdu sloppið sær upp á land, og at tann sjeyndi fór at royna at sigla bátin inn.

Hesin var tó noyddur at geva skarvin yvir, tí hann hevði ikki tamarhald á bátinum, og hann vann sær tí eisini uppá land. Stutt eftir fór báturin av skerinum, og rak fyri vág og vind, til hann aftur fór á land á Víkartanga eystanfyri bygdina tveir tímar seinni. 

Kannaðir fyri rúsdrekka

Tá tað fjarðaði, kom báturin at standa á turrum, og ein roynd verður at fáa hann av aftur skerinum, tá tað fløvar aftur í kvøld, verður sagt av løgreglustøðini. Menninir umborð á glastrevjabátinum høvdu verið í vertskapi í Vági.

MRCC boðsendi løgregluna, sum kannaði teir fyri rúsdrekka. Hóast royndirnar vístu, at rúskdrekka var uppií er óvist um nakar verður skuldsettur, tí einki evsta mark er fyri, hvussu nógva promillu tú kanst hava, tá tú siglir hetta slag av báti.

Talan kann kortini vera um brot á Lógina um trygd á sjónum, tí hon ásetur, at tú skalt vera førur fyri at stýra bátinum trygt í land, sigur vakthavandi á politistøðini. Nógvur vindur var í nátt, stundum upp í 30 metrar um sekundið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391