Fundurin endaði úrslitaleysur

bannari
Fundurin endaði úrslitaleysur
Tað eydnaðist ikki Bárði á Steig Nielsen at fáa semju um eina samgongu í nátt. Flokkarnir hittast aftur klokkan 8:30
 
13.09.2019 - 02:11

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava avtalað at hittast aftur ein tíma áðrenn tíðarfreistina, sum løgtingsformaðurin hevur ásett.

Formenninir vóru fámæltir. Jenis av Rana rýmdi út gjøgnum bakdyrnar og Jørgen Niclasen noktaði at gera samrøðu við Kringvarpið.

Ein fámæltur Bárður á Steig Nielsen vildi bara siga, at teir vóru nærri enn teir vóru, tá fundurin byrjaði klokkan 22 í gjárkvøldið, men at teir ikki vóru komnir á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Orknleikir ´25
194576
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521