
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Tjaldararnir hava sett hol á G!
Spentir tjaldarar sita og bíða eftir at sleppa inn á tjaldingarøkið á G!, sum seinastu mongu árini hevur verið í Norðragøtu. (Mynd: Auramyndir)
Veðrið var gott í dag, og hevur verið tað í fleiri dagar, og tað ger ikki hýrin og hugin at tjalda verri. (Mynd: Alessio Mesiano)
Ansa verður væl eftir tjaldarunum, og at eingin trokaði seg inn á tjaldingarøkið fyrr enn tað lat upp klokkan 18. (Mynd: Auramyndir)
G! royndi eisini at hugna um løtuna, tá tjaldingarøkið lat upp við tónleiki frá DJ 2x Slay, sum fara at diska til klokkan tvey í nátt. (Mynd: Alessio Mesiano)
Klokkan 18 fór portrið upp, og tey, ið er komin á G! fyri at tjalda, tustu inn á nýsligna bøin. Tey ætla sær, eftir øllum at døma, at hava nakrar festiligar dagar á tjaldingarøkinum (Mynd: Auramyndir)
Sodan. So eru hesin kúllurin inn á tjaldingarøkið, og G! kann av álvara byrja. (Mynd: Alessio Mesiano)
Gravgangurin eftir at sleppa at tjalda á G! hevur mangan verið størri, enn hann er í løtuni. (Mynd: Alessio Mesiano)
Nógv færri tjøld hava verið at sæð á tjaldingarøkinum eftir koronatíðina, sum eisini var um tað mundið, at Eysturoyartunnilin lat upp. (Mynd: Alessio Mesiano)
Men sum altíð, so blívur nógv gjørt burtur úr í teimum ymsu tjaldlegunum. (Mynd: Auramyndir)
Tað sær út til, at tað er umráðandi at sita væl, um mann skal tjalda í fýra dagar á G! (Mynd: Auramyndir)
Alt gott um at sleipa sofur, soundbokir og sovorðið inn á tjaldingarøkið á G!, men hvussu ólukkan er tað nú, at mann setir hatta tjaldið upp? (Mynd: Auramyndir)
Onkur sær út til at hava betri stýr upp á kynstrið at seta eitt tjald upp enn onnur. (Mynd: Auramyndir)
Hesar báðar vóru gjørdu skjótt kál á tjalduppsetingini. (Mynd: Auramyndir)
Tað ræður sjálvandi eisini um at hava tað stuttligt, meðan mann setir tjaldleguna hjá sær upp. So meðan hini stríðast, so skal mann ongantíð gloyma at sløkkja sær tostan. (Mynd: Alessio Mesiano)
Strike a pose! Tað ber væl til at gera seg eitt sindur upp fyri myndafólkinum, hóast mann er í holt við at seta eitt festivaltjald upp. (Mynd: Auramyndir)
Hvussu er tað nú tey altíð siga í X-factor? Tað snýr seg ikki um málið, men um tilgongdina ella ferðina. (Mynd: Alessio Mesiano)
Hell yeah!!! Tjaldið stendur uppi, ølirnar eru kaldar, og veðrið er gott. (Mynd: Alessio Mesiano)
Hvør ólukkan sigur, at mann kann blíva ov gamal at tjalda á G! Møsn, heldur hesin. Einaferð rokkari - altíð rokkari. Skál! (Mynd: Alessio Mesiano)
Hell yeah eisini her, tí kúllarnir fingu tjaldleguna upp at standa. Tað skal feirast. Gott G! (Mynd: Alessio Mesiano)
|