Leiðin út á Kallin vandamikil

Leiðin út á Kallin vandamikil
Nógv ferðafólk og slit fær nú Johannus Kallsgarð, ið hevur Kallin á Kalsoynni um hendi, at rópa varskó
 
14.09.2019 - 14:00

Johannus Kallsgarð heldur, at neyðugt er at gera eina ordiliga gongugøtu frá Trøllanesi út á Kallin. Í fyrsta umfari eina leið frá bygdini og niðaná slætt og so leiðina inn í Borgardal yvir til vitan. Tað skrivar Visit Kallsoy á facebookvanga sínum.

Núverandi gongd frá bygdini út á vitan slítur ov nógv. Við verðandi vitjanum eigur ein skjótt at steingja hagapartin av fyri ferðandi í styttri og longri tíðarskeið - og tað verður neyvan góðtikið ella virt í longdini, skrivar Visit Kallsoy.

Sambært teimum eru umstøðurnar at ganga so vánaligar, at higartil í ár eru trý ferðandi gliðin og hava brotið beinið, so ein gøta fer eisini at gera tað tryggari at ganga - og skjótari at føra ein skaddan til viðgerð. Nú má tyrlan avstað hvørja ferð.

Umleið fjórðingurin av hagapartinum er meðan Føroya Jarðargrunnur eigur rest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010