Sangur og spæl umborð á Jóhonnu

Sangur og spæl umborð á Jóhonnu
Við bryggju í Kirkwall liggur sluppin Jóhanna. Harmonikutónleikur og føroyskar vísur skapa eitt serligt huglag umborð.
12.07.2025 - 22:27

 

“Ein rukkutúr afturat, tað ger ikki petti”.

Tað var tað, Bjartur Skipanes hugsaði, tá hann bleiv spurdur, um hann hevði hug at koma við sluppini Jóhonnu til Orkunoyggjar. 

Bjartur er ein av teimum 17 monnunum, sum hava siglt við gomlu sluppini úr Vági til Kirwall, nú oyggjaleikir eru. Túrurin tók 30 tímar.

Miðalaldurin á manningini er omanfyri 70, fortelur Poul Jacob Thomsen, men tað heldur teimum ikki aftur. Teir syngja og spæla. Lagið er gott og teir hava nógv føroysk vitjandi umborð. Nógv verður skemtað, og tað er ein serlig sjargon millum manningina.

“Nú fer Tórshavnar kommuna nokk eisini at stuðla Jóhonnu”, sigur Jens Jacob Olsen skemtiliga, tí borgarstjórin í Havn er millum tey, sum vitja sluppina leygarkvøldið.

Blíðskapurin er í hásæti. Manningin grillar búffar til gestirnar, og stutt er millum snapsirnar.

Túrurin úr Føroyum var harður. Tað bæði rullaði og lak illa, og menn vóru hart raktir av sjóverki.

“Eg havi sovið í vátari koyggju við vátari dýnu á túrinum niður”, fortelur Bjartur Skipanes. “Men síðani sluppin legði til kei, hevur sólin bakað niður, og vit hava hugnað okkum”, sigur hann. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439