Í myndum: Soleiðis byrjaðu sólsleiktir oyggjaleikir

bannari
Í myndum: Soleiðis byrjaðu sólsleiktir oyggjaleikir
Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum vórðu settir, sólin skein av heiðum himni og føroysk smíl vóru allastaðni at síggja. Her er leygardagurin í myndum, sum Dánial Olsen tók
Leiðin gekk framvið nærum 1000 ára gomlu St. Magnusar-dómkirkjuni í Kirkwall
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2025 - 00:14

Oyggjaleikirnir vóru settir undir orknoysku sólini leygardagin, og tað var eingin minni enn Anna prinsessa av Stórabretlandi í ynskti íðkarunum góða eydnu á gamla Bignol Park-leikvøllinum í Kirkwall.

Føroysku høvuðspersónarnir vóru kortini Róland Toftum og Oddvør Alberta Kimsdóttir. Fyrrverandi svimjarin bar flaggið, og yngsti føroyski íðkarin bar føroyska vatnið, sum hon lat í felags brunn við vatni úr øllum 24 oyggjasamfeløgunum.


Oddvør Alberta Kimsdóttir við føroyska vatninum saman við sínum liðfeløgum og venjaraí fimleiki. Hon er bert 13 ára gomul og er yngsti føroyski íðkarin hesa ferð (Mynd: Dánial Olsen).

 


Fyrrverandi svimjarin Róland Toftum fekk heiðurin sum flaggberi hjá føroyska hópinum. Her sæst serstaki ÍSF-broddurin (Mynd: Dánial Olsen).

 


Vatn úr øllum 24 oyggjunum verður latið í eitt felags kar sum tekin um samanhald og vinarbond millum oyggjasamfeløgini síðan 1985 (Mynd: Dánial Olsen).

 


Róland Toftum gekk á odda fyri føroyska hópinum. Fyrrverandi svimjarin úr Susvim minnist best oyggjaleikirnar í Gibraltar, tá hann gjørdi vart við seg í stórum stíli (Mynd: Dánial Olsen).

 


Allir 2000 íðkararnir marsjeraðu av Bignold Park og oman ígjøgnum Kirkwall. Føroyska hópurin telur omanfyri 100 fólk, um tú telur venjarar og hjálparfólk við (Mynd: Dánial Olsen).

 

.
Nógv fólk var komið út á gøtuna at heilsa teimum mongu íðkarunum, sum mersjeraðu oman í gjøgnum býin. Størstur stuðul var sjálvsagt til Orknoyggjar (Mynd: Dánial Olsen)

 


Fleiri vóru eisini, sum høvdu latið seg í reytt, svart og hvítt og heilsaði føroyingunum á veg oman í miðbýin í høvuðsstaðnum (Mynd: Dánial Olsen).

 


Sólin skein oman og niðan í Kirkwall leygardagin, so ikki var neyðugt við øðrum enn eini føroyskari landsliðstroyggju í hitanum (Mynd: Dánial Olsen).

 


Stórfingna skrúðgongan gekk framvið vøkru St. Magnusar-dómkirkjuni frá 1137, sum er norðasta dómkirkjan í Bretlandi (Mynd. Dánial Olsen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777