Landskappingarnar í hondbólti byrja í dag

Landskappingarnar í hondbólti byrja í dag
Í dag byrja landskappingirnar hjá monnum og kvinnum í hondbólti. Hjá monnum hittast millum annað FM finalistarnir frá í fjør
 
15.09.2019 - 14:43

Fyrstu dystirnir í bestu mansdeildini í hondbólti verða spældir klokkan 16:00 í dag. Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. 

Og í Høllini í Hoyvík bresta FM finalistarnir frá í fjør, H71 og Neistin, saman. Liðini hittust eisini í stórsteypadystinum seinasta vikuskifti, og tá vann H71 sannførandi við 10 málum. 

Hjá kvinnunum er nevnivert, at VB aftur í ár er við í kappingini, og í dag taka vágskvinnur móti silvurvinnarunum í fjør, VÍF. Tann dysturin verður klokkan 15:00. 

Hin dysturin í bestu kvinnudeildini í hondbólti er longu byrjaður klokkan 14:00 og verður spældur í Høllini í Hoyvík, har Neistin er á vitjan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815