Thor fingið um skrúvuna

Thor fingið um skrúvuna
Vaktar- og bjargingarskipið, Tjaldrið, er á veg til Føroya við garnaskipinum, Thor
Garnaskipið Thor fekk um skrúvuna í gjár. Tjaldrið er nú á veg til Føroya við skipinum
 
08.10.2019 - 12:15

Thor fekk um skrúvuna, tá skipið var 70 fjórðingar í útnyrðing úr Føroyum. Manningin royndi sjálv at fáa av skrúvuni, men tað eydnaðist ikki.

Tað sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC. Tí vóru boð eftir vaktar- og bjargingarskipinum, Tjaldrinum, sum fór av Havnini klokkan 15 í gjár.

Verða væntandi her á midnátt

Tjaldrið var hjá Thor klokkan fýra í morgun, men veðrið var ov vánaligt til at froskmenn kundu fara niður at loysa tað, ið sat um skrúvuna. 

Endi varð um fimm tíðina í morgun settur umborð á garnaskipið Thor, og kós sett móti Føroyum. Thor var júst komin á fiskileið.

Tjaldrið og Thor verða væntandi í Fuglafirði á midnátt. Tá fara froskmenn hjá Tjaldrinum at fáa av skrúvuni, sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809