Asfaltverkið á Sundi stongt eina ferð fyri allar

Asfaltverkið á Sundi stongt eina ferð fyri allar
Landsverk, sum eigur asfaltverkið, letur tað ikki uppaftur, tí tað er í so ringum standi
Asfaltverkið á Sundi letur ikki upp aftur.
 
14.10.2019 - 11:53

Asfaltverkið á Sundi letur ikki uppaftur.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið stongdi verkið eftir eitt arbeiðsóhapp har tann 23.august.

Verkið varð stongt, meðan meðan málið varð kannað.

Men nú er greitt, at Landsverk, sum eigur asfaltverkið, letur tað ikki uppaftur, tí tað er í so ringum standi.

Men kanska verður eitt nýtt asfaltverk bygt á staðnum, sigur Heðin Poulsen, leiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki.

Landsverk hevur asfaltverk í Hundsarabotni, og tað klárar at lata tað asfalt, brúk er fyri.

Men verkið er høgt uppi, tað er í 320 metra hædd, og tí er kuldi ein trupulleiki í Hundsarabotni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025