IS-leiðari helst deyður

IS-leiðari helst deyður
USA stóð á odda fyri einum stórum álopi í nátt í Sýria, sum eftir øllum at døma endaði við, at Abu Bakr al-Bagdadhi gjørdi enda á sær sjálvum
 
27.10.2019 - 10:33

Tað er nógv sum bendir á, at IS leiðarin, Abu Bakr al-Baghdadi, hevur latið lív undir einum amerikanskum álopi í útnyrðingspartinum av Sýria. Tað skriva BBC og fleiri aðrir stórir útlendskir miðlar á sínum heimasíðum í morgun.

Tíðindini eru tó ikki váttaði enn, tí ein dna-roynd skal geva endaliga prógvið um, at tað veruliga er IS-leiðarin, sum hevur latið lív undir amerikanska álopinum. Hetta er ikki fyrstu ferð at tíðindi berast um, at Abu Bakr al-Baghdadi er deyður, men hvørja ferð hevur tað vísti seg ikki at passa. Hesaferð eru tað tó bæði kurdiskar, iranskar og amerikanska keldur sum vilja vera við, at IS-leiðarin er deyður.

Tíðindini vilja vera við, at IS-leiðarin var á veg úr Idlib-landslutinum tvørtur um turkiska markið við familjuni, tá álopið varð framt. Somu tíðindi vilja vera við, at Abu Bakr al-Baghdadi gjørdi enda á sær sjálvum við eini sjálvmorðbumbu, tá hann ikki sá nakran annan hátt at sleppa undan amerikanska álopinum. Amerikanarar lupu á við tyrlum, stríðsflogførum, dronum og herdeildum. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi eini boð á Twitter í nátt um, at nakað stórt var hent, og at hann fer at koma við eini fráboðan klokkan eitt í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066