Samtykt, at val verður í Bretlandi 12. desember

Samtykt, at val verður í Bretlandi 12. desember
Eftir orðaskifti í seks tímar um lógaruppskotið, samtykti bretska undirhúsið, at val verður í Bretlandi 12. desember
 
30.10.2019 - 07:14

Eftir tríggjar miseydnaðar royndir at skriva út val í heyst, eydnaðist tað umsíður bretsku stjórnini at fáa fólkavaldu limirnar í Undirhúsinum at taka undir við, at bretar skulu á val fyri jól.

Andstøðan mælti til at broyta dagfestingina til 9. desember, men fekk ikki undirtøku fyri tí. Fyrr hava andstøðuflokkarnir verið ímóti einum vali, tí teir fyrst vilja tryggja sær, at Bretland ikki fer úr ES við ongari avtalu 31. oktober.

Nú er støðan broytt, eftir at ES hevur longt evstamarkið fyri skilnaðinum í tríggjar mánaðir, hesum tók Boris Johnson, forsætisráðharri, treyðugt undir við.

Corbyn hitti fjølmiðlar í gjár

Ein annar munur er, at uppskotið í gjár kom sum lógaruppskot, sum bara krevur vanligan meiriluta, men sum eisini gevur andstøðuni møguleika at koma við broytingaruppskotum, sum hon gjørdi, tá hon mælti til at valið varð framskundað tríggjar dagar.

Jeremy Corbyn, formaður í Labour, hitti fjølmiðlar í gjár, og tá legði hann dent á, at Labour alla tíðina hevur mælt til at skriva út val, men at Brexit við ongari avtalu skuldi at samráðingarborðinum fyrst. 

Tað hava øll 28 limalondini í ES váttað, sigur Corbyn. Hann sigur, at flokkurin er tilreiðar og gleðir seg til at ferðast kring landið at føra mest umfatandi valstríð hjá flokkinum nakrantíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313