Endaliga frágreiðingin ikki liðug

Endaliga frágreiðingin ikki liðug
Frágreiðingin um, hví uppsjóvarskipið Arctic Voyager sigldi á land úti á Enni í Fuglafirði sunnukvøldið, er ikki liðug enn
Arctic Voyager sigldi sunnukvøldið á land her úti á Enni í Fuglafirði. Tað ganga nakrar vikur áðrenn endaliga frágreiðingin verður liðug
Mynd: Tórik Ábraham Rouah  
 
09.11.2019 - 17:09

Sjóvinnustýrið hevur fingið frágreiðingarnar frá løgregluni og skiparanum á Arctic Voyager, og nú skulu nakrar upplýsingar afturat savnast inn.

Vit halda okkum kenna orsøkina til, at skipið fór á land, men hetta mugu vit fáa staðfest við vissu, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Tað fer væntandi at taka nakrar vikur, at gera sjófrágreiðingina lidna, fyri síðani at koma til eina endaliga niðurstøðu, sigur hann.

Tá verður støða eisini tikin til, um nakar skal ákærast í málinum, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424