Meirilutin vigar framvegis ov nógv

Meirilutin vigar framvegis ov nógv
55 prosent av føroyingum viga ov nógv, vísir kanning. Sostatt er einki broytt í mun til í fjør.
 
18.11.2019 - 09:26

Føroyingar viga framvegis ov nógv.

Tað staðfestir nýggj Gallup kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur umbiðið.

Umleið 55 prosent av føroyingum viga ov nógv.  Triðihvør maður hevur normala vekt, sambanborið við 55 prosent hjá kvinnum.

Tað er júst sama lutfall sum seinasta Gallup-kanning vísti fyri einum ári síðani.

Vit røra okkum eisini eins nógv og vit hava gjørt seinastu tvey árini.

Tveir triðinginar av teimum spurdu søgdu seg røra seg tríggjar ferðir um vikuna ella meira enn tað.

Rørsla merkir í hesum førinum at røra seg meir enn ein hálvan tíma, soleiðis at pulsurin fer upp.

Tíggindu hvør av teimum spurdu sigur seg als ikki gera slíkt.

Gallup hevur spurt 531 tilvildarliga útvaldar føroyingar í tíðarskeiðnum 23. august til 13. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815