Hugsa um umhvørvið: Coldplay slept konsertætlanum

Hugsa um umhvørvið: Coldplay slept konsertætlanum
Kendi, bretski tónleikabólkurin, Coldplay, fer ikki á konsertferð, tí tað er skaðiligt fyri umhvørvið
Coldplay-fjeppatar sleppa ikki at hoyra bólkin á konsertum, fyrr enn burðardygga loysn til konsertferðirnar
Mynd: AP  
 
22.11.2019 - 09:46

Coldplay gevur í dag út nýggju útgávuna, Everyday Life, men fólk sleppa ikki at hoyra bólkin framføra, tí teir fara ikki at hava nakra konsertferð, fyrr enn teir hava funnið eina burðardygga loysn. 

Chris Martin, forsangarin í Coldplay, sigur, at bólkurin fer ikki at hava konsertferð, uttan so, at tað kann gerast CO2-neutralt. 

Eitt-tvey ár áðrenn ein loysn er funnin

Chris Martin sigur, at teir fara at kanna, hvussu teir kunnu hava eina burðardygga konsertferð, har hann millum annað ikki vil hava nakra plastnýtslu.

Tónleikabólkurin vil, at sólorka verður nýtt til framleiðsluna. Hann væntar, at tað ganga eitt ella tvey ár, áðrenn teir hava funnið eina burðardygga loysn.

Bólkurin Coldplay er ein av heimsins best seljandi bólkum. Teir hava selt fleiri enn 100 milliónir fløgur kring heimin, og teir hava vunnið fleiri virðislønir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025