Fólkatingið játtar 25 milliónir til havgransking

Fólkatingið játtar 25 milliónir til havgransking
25,5 milliónir krónur eru settar av donsku fíggjarlógini til havgransking á Havstovuni
 
04.12.2019 - 07:24

Danska fólkatingið fer væntandi at játta 25,5 milliónir krónur til havgransking á Havstovuni, boðar skrivstovan hjá Edmundi Joensen frá.

Danmark er á nógvum økjum undangonguland, tá tað kemur til at basa umhvørvis- og veðurlagskreppuna. 

Tí hava stjórnin og stuðulsflokkar hennara gingið ynskinum hjá Edmundi Joensen um havgransking í Føroyum á møti, stendur víðari í skrivi frá føroyska fólkatingsliminum.

Játtanin verður latin yvir fýra ár. 4,5 milliónir krónur í 2020, og síðani sjey milliónir krónur í 2021, 2022 og 2023.  Meginparturin stavar frá sokallaðu norðuratlantspuljuni, meðan seks milliónir liggja uttan fyri puljuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375