Fyrireika at skilja netpartin frá SEV

Fyrireika at skilja netpartin frá SEV
Fyrireikingarnar, at skilja netpartin frá SEV, byrja næsta ár
 
08.12.2019 - 09:43

Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum markað tvær milliónir krónur til at kanna og gera eina sonevnda koyriplan til, hvussu netparturin kann skiljast frá SEV.

Arbeiðið verður framt í 2020, stendur víðari í viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum, sum er sent í løgtingið.

Ætlanin, at skilja netpartin frá SEV, stendur eisini í samgonguskjalinum frá í summar.

Har stendur millum annað, at:

"Elnetið skal skiljast frá hinum virkisøkinum hjá SEV, soleiðis at fult gjøgnumskygnið verður í kostnaðinum av netpartinum."

Víðari stendur:

"Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860