Lagnan hjá Sigurfara ógreið

Lagnan hjá Sigurfara ógreið
Sigurfari hevur staðið uppi á landi á Akranesi síðani 1975, og sluppin hevur tørv á stórumvæling
Sigurfari stendur á landi í Akranesi og er í ringum standi
Mynd: skessuhorn.is  
 
11.12.2019 - 16:07

Tíðliga næsta ár verður støða tikin til, hvørja lagnu sluppin Sigurfari skal fáa. Søkt er um stuðul til umvælingina frá Europe Nostra, sum er grunnur, ið stuðlar evropiskum mentanararvi.

Sævar Freyr Tráinsson, borgarstjóri á Akranesi, sigur, at kommunan hevur í samstarvi við aðrar partar í málinum, søkt um stuðul úr grunninum.

Meðan bíðað verður eftir svarið, verður støða heldur ikki tikin til, um sluppin skal upphøggjast. Og aðrir bólkar, sum hava áhuga fyri skipinum, mugu eisini bíða. 

Borgarstjórin sigur, at ætlanir eru eisini um, at Akranes kommuna skal kanna, um onnur fígging fæst til at umvæla Sigurfara. 

Fakta

Sluppin varð smíðað í Onglandi í 1885, keypt til Íslands í 1897 og til seld til Føroya í 1920. Sigurfari fiskaði líka til í 1970. Í 1974 varð hon aftur seld til Íslands. Hon varð sett upp á land, og hevur verið býarmynd á Akranesi síðani. 

Áhugi fyri sluppini

Men nú er lítið gott eftir av Sigurfara, tí bygdarsavnið hevur ikki pengar til viðlíkahald. Men áhugi er framvegis fyri sluppini. 

Eitt uppskot er at søkkja Sigurfara, so kavarar kunnu fáa gleði av vrakinum. 

Annað uppskot er at lata sluppina rotna har hon stendur. - og hvussu leingi tað tekur, kann geva øðrum, sum vilja varðveita bátar og skip, upplýsingar. Eitt uppskot er at taka Sigurfara sundur og brúka partar av honum til aðrar sluppir.

Býráðið á Akranesi hevur fingið loyvi frá fornminnismyndugleikunum í Íslandi til at beina fyri Sigurfara. Býráðið hevur skrásett nógv tilfar um Sigurfara, og samrøður eru gjørdar við nógv fólk um sluppina, skrivaði íslendska blaðið Fiskifréttir í summar.

Morgunblaðið skrivaði fyri fimm árum síðani, at tað fór at kosta meira enn 5 miljónir krónur í okkara peningi at gera skipið aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858