Taka pening fyri innistandandi

Taka pening fyri innistandandi
Fólk, sum hava pengar í BankNordik, skulu skjótt gjalda bankanum fyri tað
Lága rentan ger, at bankin hevur útreiðslur av innlánum, sum fólk hava í bankanum, sigur bankin
 
12.12.2019 - 12:17

1. mars næsta ár fáa privatkundar í BankNordik eisini negativa rentu. Samstundis lækkar rentan fyri bústaðarlán 0,2 prosentstig, niður í 2,75 prosent.

– Ikki slepst undan at lækka innlánsrentuna og ikki er útilokað, at hon lækkar uppaftur meira, sigur Árni Ellesen, forstjóri í BankNordik, við útvarpið.

Tey, sum hava meira enn 500.000 krónur í BankNordik, rinda 0,75 prosent í negativari rentu fyri tað, sum tey eiga omanfyri 500.000 krónur.

 >> SÍ EISINI Verri úrslit triðja ársfjórðing

Tey gjalda tí til dømis 750 krónur fyri at hava 600.000 krónur í innláni. Bankin sigur, at lága rentan ger, at bankin hevur útreiðslur av innlánum, sum fólk hava í bankanum.

Negativa rentan er ikki galdandi fyri fólk, sum eru undir 29 ár. Hjá teimum er eingin renta. Aðrir pengingastovnar í Føroyum hava ikki enn boðað frá, at privatkundar hjá teimum fáa negativa rentu.

Vinnukundar hava havt negativa rentu síðani oktober í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655