Vinnunevndin spyr og spyr

Vinnunevndin spyr og spyr
Vinnunevndin ivast í nógvum í uppskotinum um nýggja lóg um sjófeingi
Vinnunevndin sendi í gjár sendi Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, 18 spurningar um uppskotið um nýggja lóg um sjófeingi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2019 - 09:51

So nógvum, at nevndin í gjár sendi Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, 18 spurningar um uppskotið. Frammanundan hevur nevndin eisini spurt um útlendskan ognarskap í føroyskum fiskiskipum.

Ætlanin er hjá landsstýrinum, at nýggja lógin kemur í gildi á nýggjárinum. Men Vinnunevndin heldur, at uppskotið er so umfatandi, at hon spurdi løgtingsformannin, um hon kundi koma við álitinum 30. desember.

Men tað vil løgtingsformaðurin ikki. Hann sigur, at freistin at koma við áliti fór tann 7. desember. Og løgtingið fer í jólafrí 20. desember. Vinnunevndin hevur tí fingið freist til mánadagin 16. desember at koma við áliti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659