Umboðsmannatingið: Ríkisrættarmál skal reisast

Umboðsmannatingið: Ríkisrættarmál skal reisast
228 atkvøður vóru fyri og 193 móti, at ríkisrættarmál nú skal reisast móti amerikanska forsetanum, Donald Trump
Umboðsmannatingið hevur samtykt, at ríkisrættarmál skal reisast móti Donald Trump. Eftir reglunum skulu tveir triðingar av limunum vera fyri, um forsetin skal leggja frá sær
 
16.01.2020 - 07:35

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at ríkisrættarmál skal reisast ímóti Donald Trump, forseta. 228 atkvøður vóru fyri og 193 ímóti. Demokratarnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum.

Ríkisrættarmálið kann byrja í senatinum í næstu viku. Í senatinum eru 100 limir, av teimum eru 53 republikanarar. Og eingin av limunum siga seg stuðla einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum.

Eftir reglunum skulu tveir triðingar av limunum vera fyri, um forsetin skal leggja frá sær. Formaðurin í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, demokraturin, Adam Schiff, skal standa á odda fyri einum bólki, sum skal virka sum ákæri í málinum.

Demokratarnir vilja hava Trump frá

Demokratarnir vilja hava Donald Trump frá sum forseta, tí hann hevur misnýtt sítt embæti til at trýsta Ukraina til at kanna mál, sum kundu vera keðilig fyri fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum er demokratur.

Biden er helst tann, sum kann geva Trump størst mótstøðu á forsetavalinum í heyst. Donald Trump er samstundis ákærdur fyri at arbeiða ímóti kongressini í málinum.

Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at Adam Schiff, sum fyrr hevur verið almennur ákæri. Demkratarnir hava eisini mælt til, at Jerry Nadler, sum er limur í rættarnevndini í umboðsmannatinginum, eisini virkar sum ákæri í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576