- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael finst at avgerðini at lata Pillay friðarheiðurslønina

Ísrael finst hvassliga at avgerðini um at lata Navi Pillay friðarheiðursløn Nobels.
- Nú Nobelnevndin hevur heiðrað størstu lygnina í 21. øld, klappar Joseph Goebbels ivaleyst í helviti.
Soleiðis skrivar ísraelska uttanríkisráðið á sosiala miðlinum X.
Joseph Goebbels var propagandamálaráðharri í Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga.
Ísraelska stjórnin er sera ónøgd við, at suðurafrikanski løgfrøðingurin, Navi Pillay, hevur fingið friðarheiðurslønina.
Pillay stóð á odda fyri einari óheftari ST-nevnd, sum kannaði brot á mannarættindi og krígslógir í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum.
Í september í fjør kom nevndin til ta niðurstøðu, at Ísrael fremur fólkadráp í Gasa.
Hetta hevur Ísrael staðiliga afturvíst.


























