Novo Nordisk byggir út fyri 800 mió. kr.

Novo Nordisk byggir út fyri 800 mió. kr.
Útbyggingin í Kalundborg fer at hava við sær, at enn fleiri sløg av insulini verða gjørd
 
07.02.2020 - 14:01

Novo Nordisk boðar frá, at fyritøkan fer at útbyggja verksmiðjuna í Kalundborg fyri 800 milliónir kr.

Í hølunum í Kalundborg verða fleiri sløg av insulin gjørd til fólk, sum hava sukursjúku.

Og við útbyggingini væntar fyritøkan, at enn fleiri sløg av insulini verða gjørd, tí stór menning er á økinum.

Ætlanin er at fara undir útbyggingina í Kalundborg í 2022, upplýsir fyritøkan í tíðindaskrivi.

Byrjaðu í 1969

Verksmiðjan í Kalundborg byrjaði sítt virksemi í 1969, og har starvast meira enn 3.000 fólk.

Varastjórin hjá fyritøkuni í Kalundborg, Michael Hallgren, sigur, at útbyggingin er ætlað til at menna virksemið í Kalundborg og í Danmark sum heild.

Umleið helvtin av øllum insulini, sum fyritøkan selur, verður gjørd í Kalundborg, og síðani aldarskiftið hevur Novo Nordisk nýtt 16 milliardir kr. til at menna virksemið av insulini.

Novo Nordisk hevur eisiniætlanir um at gera eina diabetes-miðstøð í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650